Størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum


Á Orkustevnuni vísa føroyskar fyritøkur og stovnar fram sína serfrøði av vørum og tænastum, sum hesi veita til marknaðin. Og fleiri almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evnið.

Hetta er sættu ferð at Orkustevnan verður fyriskipað. Síðan síðstu Orkustevnu er høllin á Hálsi blivin dupult so stór, og er málið at fylla alla høllina við spennandi framsýnarum. Vit gleða okkum tí sera nógv til at bjóða tykkum at luttaka eftir at samfelagið er fult latið uppaftur eftir Covid-19, bæði her heima og uttanlands.

icon

Endamál

At kunna um orkumál og at økja um virksemi innan hesa vinnu. Upplýst verður um møguleikarnar innan orkuloysnir - t.d. grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orku viðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum.

Tíðindi

icon

Fokusøki og Málbólkur

Á framsýningarøkinum vísa fyritøkur fram sínar vørur og tænastur.
Málbólkurin er fyrst og fremst privati endanýtarin.
Fyri veruliga at gera Orkustevnuna til ein viðkomandi vitanardepil innan orku og umhvørvismál, verður skipað fyri ráðstevnu undir Orkustevnuni. Har viðkomandi evnið frá serfrøðingum á økinum verða viðgjørd.

icon

Prísir

Fermetraprísur:
- Básur við veggum: 1250 kr./m2.
- Básur við egnum veggum: 1000 kr./m2.
- Básur uttan veggir: 850 kr./m2.
Skrásetingargjald er 2.000 kr.
Minsta gólvpláss við veggum er 6 m2
og 36 m2 uttan veggum.
Prísirnir eru uttan mvg. Internet og streymur er íroknað prísin.
Tilboð verða givin til størri básar.

Myndir frá 2017

VRG

Glyvravegur 40
625 Glyvrar
tel. 566600
teldupostur: vrg@vrg.fo

 

Advent Events Management

Heiðavegur 25
600 Saltangará
tel. 289796
teldupostur: olavur@advent.fo