Endurnýtsla, avmarking av burturkastið og nýnýting av teltum, hetta er í stuttum tað sum ÖDN WEAR fæst við. Nýnýtsla, er tá burturkast verður nýtt uttan at tað fyrst er skilt í smálutir, og er tað tí meiri orkusparandi enn endurnýtsla har burturkast verður syndrað smátt – tí er tað nýnýtsla sum ÖDN WEAR serliga miðsavnar seg um.

Tað eru tríggjar ungar kvinnur, Sólvá Lindenskov Róadóttir, Unn Baldursdóttir og Heidi Lindenskov Róadóttir sum eiga og reka fyritøkuna ÖDN WEAR. Tær gera regnjakkar burturúr teltum frá føroyskum festivalum. Við framleiðsluni vilja tær minka um óneyðugt burturkast og ganga tær sera høgt uppí at nýnýta, soleiðis at eitt telt verður til fleiri nýggjar regnjakkar, og at eitt telt við nógvum upplivingum fær eitt nýtt lív. Eingin regnjakki hjá ÖDN WEAR er líka, hvør jakki hevur sína egnu søgu, t.d. kundi ein søga verið at: ”Jakkin er úr Gøtu, frá G-Festivalinum tá Fat Boy Slim var høvuðsnavn, jakkin var eitt telt, men nú er hann ein jakki!”.

Framleiðslan hjá ÖDN WEAR er burðardygg og gongur bert fyri seg í Føroyum. Fyritøkan er grunda á tey 17 Heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST, og verða fleiri av málunum fylt út longu nú – fyrst og fremst er tað tó mál 12 um burðardygga menning og avmarking av spill og dálking.

Málbólkurin hjá ÖDN WEAR eru bæði kvinnur og menn sum eru umhvørvistilvitaði og sum dáma væl at vera serstøk og at føla seg serlig við sínum keypum. Festivalgestir hoyra ikki óvænta eisini til málbólkin.Síðsta árið hava kvinnurnar handan ÖDN WEAR brúkt uppá at samla telt inn og gjørt tey klár til framleiðslu, og í summar fara tær aftur at rudda á G-festivalinum, Summarfestivalinum og eisini á Roskilde Festivalinum.

Framleiðslan av regnjakkum gongur væl og fer tað at bera til at keypa vørurnar á heimasíðuni https://odnwear.com í mai í ár. Tað fer eisini at bera til at koma at royna, og ikki minst at keypa vøkru regnjakkarnar á Orkustevnuni 12. og 13. juni í Høllini á Hálsi í Havn – tað eru vit sera spent uppá.